Týski orkurisin E. ON leggur sak ímóti samveldisstjórnini við kravi um miljardir av evrum í endurgjaldi fyri framtíðar tap.
Orsøkin er politiska avgerðin um at lata landsins kjarnorkuverk aftur um tíggju ár.
- Felagið roknar við hóskandi endurgjaldi fyri skaðar, ið eru knýttir at hesi avgerðini. Skaðar upp á miljardir av evrum, sigur E. ON í eini fráboðan.
"Brot á ES-lógir"
Ein talsmaður fyri E. ON sigur, at týska stjórnaravgerðin stríðir ímóti lógini, og at hon eisini er brot á ES-lóggávuna, sum bannar mismuni ímóti kjarnorku.
Týska fíggjarmálaráðið vildi ikki gera viðmerkingar til avgerðina hjá E. ON. í dag.
Peer RWE, sum er størsti el-framleiðarin í Týsklandi, umhugsar eisini at leggja sak ímóti stjórnini.
Ongin kjarnorka í 2022
Týskland hevur gjørt av at taka øll 17 kjarnorkuverkini í landinum úr rakstri í 2022.
Nærum øll verkini lata aftur í 2021, og síðsti reaktorurin verður sløktur í 2022.
Tað eru stjórnarflokkarnir - kristiligi demokratiski flokkurin hjá Angelu Merkel samveldiskanslara, CDU, systurflokkurin CSU og liberali FDP - ið komu ásamt um avgerðina mánadagin eftir samráðingar í 12 tímar í Berlin.
So seint sum í fjørheyst gjørdi samveldisstjórnin annars av at leingja livitíðina hjá kjarnorkuverkunum hóast hørð mótmæli frá fólkinum. Men nú hevur stjórnin kúvent í málinum.