Stóra týska orkufyritøkan Eon metir, at umleið fjórðingurin av allari donsku gassnýtsluni kann framleiðast burturúr burturkasti frá landbúnaðinum og sláturvirkjum.
Hetta er orsøkin til, at Eon sambært dagblaðnum Børsen er til reiðar at byggja og reka biogassverk í Danmark.
100-150 mió. kr.
- Eitt einstakt verk kostar millum 100 og 150 mió. kr., og Eon er til reiðar at gerast ein týðandi leikari á danska marknaðinum, sigur danski stjórin í Eon, Tore Harritshøj, við Børsen.
Hann heldur, at Danmark er til reiðar til stóríløgur í biogass, tí tá Norðsjóvargassið er uppi, verður tørvur á at útvega fýra miljardir kubikkmetrar av gassi, sum landið brúkar um árið.