Donsku el-brúkararnir kunnu verða hart raktir á pengapungin, tá Týskland letur kjarnorkuverk síni aftur í 2021-22.
Tað roknar stjórin í Energi Danmark, Jørgen Holm Westergaard, við sambært DR Nyheder. Energi Danmark er marknaðarleiðari innan handil við el í Danmark.
- Talan verður um eina munandi príshækking sum avleiðing av hesum her, og longu næsta ár vænti eg, at el-prísurin hækkar 2-5 prosent, sigur Jørgen Holm Westergaard við DR Nyheder.
Príshækkingar upp á 20-40 prosent
Men tað er onki afturímóti príshækkingunum í 2020 til 2022, tá el-prísirnir sambært stjóranum í Energi Danmark fara at hækka munandi.
- Tá rokni eg við, at donsku el-prísirnir fara at hækka 20-40 prosent. Í minsta lagi, sigur hann.
Frakland stóri jokarin
Prísirnir kunnu enntá hækka upp aftur meiri, um onnur lond fáa sama hugskot sum Týskland.
- Stóri jokarin er Frakland. Fara fraklendingar eisini at gevast við kjarnorku, verður streymtrot í øllum Evropa, og tað fer at elva til stórar príshækkingar.
Flestu av teimum 17 kjarnorkuverkunum í Týsklandi verða tikin úr rakstri í 2021. Trý verk skulu virka sum backup, skuldi orkutrot tikið seg upp, men verða tó sløkt árið eftir.
So seint sum í fjørheyst samtykti samveldisstjórnin annars at leingja livitíðina hjá kjarnorkuverkunum hóast hørð mótmæli frá fólkinum.
Dansk Energi av aðrari áskoðan
Dansk Energi, sum er felagsskapurin hjá donsku orkufeløgunum, roknar ikki við, at avleiðingarnar av týsku kjarnorkusamtyktini verða so álvarsamar, sum Energi Danmark og svenskir serfrøðingar stúra fyri.
Svensku serfrøðingarnir siga, at týska avgerðin um at gevast við kjarnorku fyri 2022 fer at tvífalda elprísirnar í øllum Evropa.
- At tosa um eina tvífalding av elprísinum er eftir okkara tykki at taka dekan ov rívan til. Steðgar øll kjarnorka í Týsklandi, hækka elprísirnir í Týsklandi. Hetta merkir eisini øktar prísir í Danmark, men als ikki eina tvífalding, sigur Dansk Energi í eini fráboðan sambært Ritzau.
Virðið hækkar
- Í dag hevur danski útflutningurin av el eitt virði upp á 2,5 - 4,5 miljardir krónur. Øktu prísirnir kunnu "gagnnýtast" til at skunda undir framleiðslu av meiri varandi orku. Virðið á donsku varandi orkuni og orkuverkum fer at hækka við týsku avgerðini um at gevast við kjarnorku, leggur Dansk Energi dent á.
Donsku handilsmøguleikarnir liggja serliga innan varandi orku, orkueffektivitet og effektiv orkuverk, ið brúka biomassa, kol ella gass sum brennievni.
Týskarar lopnir framav
Svenski professarin í orkuskipanum, Björn Karlsson, ið starvast á lærda háskúlanum í Linköping, heldur, at týska stjórnin við avgerð síni er "lopin framav" og roknar við fleiri álvarsomum avleiðingum.
- Hægri prísir á el í øllum Evropa verður ein av avleiðingunum, sigur hann og leggur aftrat, at ein tvífalding av prísunum als ikki er óhugsandi.