Týskland noyðist at innflyta kjarnorku úr Fraklandi

Afturlatingin av landsins sjey kjarnorkuverkum noyðir Týskland at innflyta streym úr grannalondunum, sum í høvuðsheitum kemur frá kjarnorku.

Til miðjan mars var Týskland millum vaksandi el-útflytararnar í Evropa.

Í miðal veitti Týskland umleið 3.500 MWh av streymi um dagin til grannalondini, sum svaraði til veitingina frá trimum kjarnorkuverkum. Men sambært nýggjastu uppgerðunum hevur fyribils afturlatingin av sjey verkum havt við sær, at Týskland brádliga stendur við øðrum beininum á innflutningssíðuni.

Matthias Kurth, stjóri í týska elveitingareftirlitinum, Bundesnetzagentur, sigur í samrøðu við blaðið Frankfurter Allgemeine, at síðani 17. mars hevur Týskland innflutt í miðal 2.500 MWh um dagin. Tølini sveiggja: summar tíðir á degnum verða 1.000 MWh útfluttir, aðrar tíðir verða útivið 6.000 MWh innfluttir.

Mest úr Fraklandi

Innflutti streymurin kemur í høvuðsheitum úr Fraklandi (útivið 3.000 MWh um dagin) og Tjekkia (umleið 2.000 MWh). Við tað at orku-blandingin hjá londunum er samansett av 75 ávikavist 34 prosentum av kjarnorku, er sannlíkt, at Týskland fær streym í umleið sama lutfalli.

Angela Merkel kanslari hevði annars gjørt greitt, at ein týskur kjarnorkusteðgur ikki mátti hava við sær, at landið so bara innflutti kjarnorku. Týska umhvørvismálaráðið fer nú at hyggja nærri at, hvørjar avleiðingar fyribils afturlatingin av teimum sjey kjarnorkuverkunum hevur við sær fyri orkuveitingina.

Afturlatin í 3 mánaðir

Týska stjórnin hevur grundgivið afturlatingina við kjarnorkuvanlukkuni á Fukushima-verkinum í Japan. Hon ætlar at brúka tríggjar mánaðir til at trygdarkanna øll 17 kjarnorkuverkini í landinum. Verða tey sjey elstu verkini ikki knýtt í netið aftur, fara væntandi nýggj og nútíðargjørd vanlig orkuverk at yvirtaka veitingina.

Týskar orkufyritøkur hava ávarað ímóti streymslitum orsakað av kapasitetstrupulleikum. Men sambært Matthias Kurth á Bundesnetzagentur, hevur Týskland nógmikið av orku, umenn landsins orkuverk oftari skulu koyra við fullari megi enn vanligt.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking