Týska stjórnarsamgongan er vorðin samd um at lata síðstu kjarnorkuverkini í landinum aftur í 2022, siga keldur í stjórnini.
Flestu kjarnorkuverkini skulu takast úr rakstri í 2021, siga keldurnar við týsku tíðindastovuna dpa. Trý verk skulu tó virka sum backup, skuldi orkutrot tikið seg upp, og verða sløkt árið eftir.
Leiðararnir í stjórnarflokkunum vóru í gjár og í morgun savnaðir hjá Angelu Merkel samveldiskanslara, har teir komu ásamt um eina avtalu um at lata kjarnorkuverkini aftur um tíggju ár.
Ekki hevur verið á týska almenningurin um trygdina á landsins kjarnorkuverkum eftir vanlukkuna á japanska Fukushima-verkinum, sum fórst illa undir einum jarðskjálvta og einuni flóðaldu í mars.
Kann elva til orkutrot
Týska vinnulívið hevur ávarað týsku mið-høgra stjórnina um, at tað kann elva til orkutrot og skaða ídnaðarfyritøkur at skunda undir afturlatingina av kjarnorkuverkunum.
Avtalan varð veruleiki eftir samráðingar í 12 tímar millum kristiligu demokratarnar hjá Merkel, CDU, og liberala flokkin FDP.
Týsku Sosialdemokratarnir og Tey Grønu vóru eisini við í samráðingunum, og Merkel hevur fyrr sagt, at hon miðar eftir eini avtalu tvørturum politisku mørkini.
Eitt lógaruppskot um avtøku av øllum kjarnorkuverkunum í Týsklandi verður lagt fyri Samveldistingið í hesi vikuni, og roknað verður við, at stjórnin endaliga samtykkir lógina 8. juni.