Týskland fríkennir kjarnorkuverk

Ongin orsøk er til at lata tey 17 kjarnorkuverkini í Týsklandi aftur, sigur týski umhvørvismálaráðharrin eftir nýggjar kanningar.

Teir 17 kjarnorkureaktorarnir í Týsklandi eru somikið tryggir, at ongin orsøk er til at sløkkja teir.

Tað sigur týski umhvørvismálaráðharrin, Norbert Röttgen, eftir at landsins kjarnorkuvarðhundur, Reaktorsicherheitskommision (RSK), hevur kannað øll kjarnorkuverkini.

- Ongin orsøk er til, at vit í óðum verkum fara burtur frá kjarnorku, sigur hann við heimasíðuna hjá Deutsche Welle.

Standa seg illa

Í kanningini hjá RSK verður trygdin á kjarnorkuverkunum testað undir ymiskum scenarium, frá jarðskjálvta til flogvanlukku, og onki av kjarnorkuverkunum klárar hægsta trygdarstandardin - stig 3, og í fleiri av scenariunum koma tey bert upp á vánaligasta stig.

Tildømis høvdu fýra reaktorar ikki megnað at sloppið undan at verið raktir av smáum flogførum. Tí róði umhvørvismálaráðharrin fram undir, at kjarnorkuverkini Biblis A, Biblis B, Brunsbüttel og Philippsburg kunnu verða latin aftur fyrr enn ætlað.

Allir reaktorarnir høvdu verið í vanda í eini yvirgangsatsókn við størri flogførum.

Teir sjey reaktorarnir, ið hava verið óvirknir, síðani ein flóðalda rakti japanska kjarnorkuverkið Fukushima, kunnu enda við ongantíð at koma í gongd aftur, segði týski ráðharrin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking