Avgerðin hjá týsku stjórnini um at beina fyri landsins kjarnorku innan árslok 2022 elvir til ekka hjá heilivágs- og kemirisanum Bayer. Fyritøkan hóttir við at flyta ein part av framleiðsluni til útlandið, halda orkuprísirnir í Týsklandi fram við at hækka.
- Tað er av alstórum týdningi, at vit eru kappingarfør mótvegis øðrum londum. Annars noyðist ein altjóða fyritøka sum Bayer at umhugsa at flyta framleiðsluna til onnur lond, sigur Marijn Dekkers, stjóri í Bayer, við týska tíðarritið Wirtschaftswoche.
Týskland hevur sambært Wirtschaftswoche hægstu orkuprísir í Evropa, og hetta fyrstaplássið hava tey í Bayer ilt við at síggja landið sleppa av við.
Fleiri hækkingar í væntu
- Við ætlanunum, týska stjórnin hevur um at lata landsins kjarnorkuverk aftur, er sannlíkt, at orkuprísirnir fara at hækka upp aftur meiri næstu árini. Hetta fer at økja um útreiðslurnar hjá okkara kemisku deildum, sigur Christian Hartel úr Bayer við Ingeniøren.
Han vil ikki siga, hvussu nógv prísirnir í Týsklandi skulu hækka aftrat, áðrenn Bayer flytir framleiðsluna til onnur lond.
Fyritøkan, sum í sínari tíð uppfann aspirinið, hevur meira enn 35.000 fólk í starvi í Týsklandi. Marjin Dekkers sigur við Wirtschaftwoche, at ætlanin er at skerja starvsfólkatalið við 4.500 fólkum í næstum - harav 1.700 í Týsklandi. Fyritøkan ætlar tó samstundis at seta 2.500 nýggj arbeiðspláss á stovn í londum sum Russlandi, Kina, India og Brasilia.