Týska vindmyllufyritøkan Repower hevur vunnið eina stóra vindorkuútbjóðing í Kanada.
Tað boðar fyritøkan frá í dag sambært Ritzau Finans.
Útbjóðingin umfatar umframt veiting og uppseting eisini viðlíkahald av vindmyllunum, ið eru serliga útgjørdar til rakstur í køldum veðurlagi.
Flestu myllurnar setast upp í Quebec
40 av teimum 55 myllunum av slagnum MM92 CCV skulu setast upp í vindparkini Saint-Robert-Bellarmin i Quebec, meðan hinar 15 skulu setast upp í vindparkunum Ganaraska og Whispering Woods í Ontario, har Repower ongar myllur hevur havt áður.
Ordrin til Saint-Robert-Bellarmin er frá EDF Energies Nouvelles Canada, og hann er umfataður av eini rammuavtalu, sum fyritøkan gjørdi við Repower í november 2009. Wind Works Power stendur aftanfyri ordrarnar til bæði Ganaraske og Whispering Woods.