Týskarar flyta fokus frá kjarnorku til vindorku

Størri dentur verður lagdur á varandi orku enn kjarnorku í Týsklandi í framtíðini.

Týskarar fara í framtíðini at dúva nógv meira uppá vindorku enn kjarnorku.

Tað skrivar Recharge News, sum samstundis veit at siga, at hetta serliga fer at síggjast aftur í eini stórari útbygging av frálanda-vindorku. 

Ónevndar keldur upplýsa fyri blaðnum, at ætlanir eru um at fremja íløgur í frálanda-vindorkuverkætlanir upp á 5 mia. evrur (37 mia. kr.). Verkætlanirnar eru longu komnar á tekniborðið hjá týsku stjórnini.

Pengarnir skulu millum annað útvegast úr almenna menningarbankanum, KfW.

Farvæl til kjarnorku

Týski kanslarin Angela Merkel gjørdi beint eftir kjarnorkuóhappið í Japan av at sleppa eini illa umtóktari ætlan um at leingja livitíðina hjá landsins gomlu kjarnorkuverkum.

Hetta var tó ikki nógmikið til at halda Teimum Grønu frá at taka valdið frá stjórnarflokki hennara, CDU, í landspartinum Baden-Württemberg - einum landsparti, sum teir kristiligu demokratarnir høvdu stjórnað síðani 1953.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking