Typt filtur orsøk til myrkan royk á Sundsverkinum

Typt filtur orsøk til myrkan royk á Sundsverkinum
Ein last av tungolju, sum varð skipað upp á Sundi og í Vági um miðjan juni hevur verið orsøkin

Í seinastuni er óvanliga myrkur roykur komin úr skorsteinunum á Sundsverkinum av og á. Talan hevur verið um typt grovfiltur í turboløðarunum í teimum tveimum elstu motorunum á verkinum. Neyðugt hevur verið at reinsað filtrini væl oftari enn vanligt. Nærri kanningar vísa, at orsøkin til typtu filtrini er, at góðskan á seinastu oljuveiting var óvanlig. Tað er ein last av tungolju, sum varð skipað upp á Sundi og í Vági um miðjan juni, sum hevur verið orsøkin. Sundsverkið hevur nú fingið nýggja veiting av olju.

“Vanliga reinsa vit filtrini árliga og tá alarmur tilsigur hetta, men seinastu tíðina hava okkara fólk verið noydd til at reinsa filtrini javnan, fleiri ferðir um vikuna”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðslu á SEV. “Oljan er isolerað, og vit eru í konstruktivum samstarvi við veitaran um afturtøku.”


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking