Tvey tilboð um vindmyllulund í Porkeri

Tvey tilboð um vindmyllulund í Porkeri
Nevndarformaðurin í SEV fegnast: "Jú fleiri bjóða, jú lægri verður prísurin - til gagns fyri allar føroyingar og ikki minst vinnuna."

Tá freistin at lata inn tilboð um vindmyllulund í Porkerishøgum var úti á middegi í dag, lógu tvey tilboð á borðinum hjá Orku. Annað tilboðið var frá Vindfelagnum Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, og hitt tilboðið var frá niðurlendska veitaranum EWT.

Orka fer nú at gjøgnumganga tilboðini og væntar at brúka ein lítlan mánaða til hetta arbeiðið. Higartil hevur Vindfelagið Neshagi tó lægsta boð áljóðandi 31,55 oyru pr. kWt. Boðið hjá EWT var 34 oyru pr. kWt.

Hvør ið vinnur kappingina, verður tó ikki endaliga avgjørt, fyrrenn orkumyndugleikin hevur kannað alt nærri, og hetta fer sum nevnt væntandi at taka nakrar vikur.

“Vit fegnast sjálvsagt um, at fleiri eru við í kappingini, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV og í Vindfelagnum Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, og sum hevur latið tilboðið inn. “Jú fleiri bjóða, jú lægri verður prísurin, til gagns fyri allar føroyingar og ikki minst vinnuna”, leggur hann afturat.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking