Túsundtals húsarhald í Norður-Norra lógu uttan streym í morgun.
Orsøkin var linjuslit í Narvik-økinum, upplýsir NRK.
Streymslitið rakti millum annað býirnar Trømsø og Alta.
Streymurin fór um 6-tíðina í morgun. Sum skilst eru tvær av teimum týdningarmestu orkulinjunum í Norður-Norra slitnaðar.
Illveður orsøkin
- Tað er illveður á leiðini, og helst hevur tað verið atvoldin til slitini, sigur ein talsmaður fyri Statnett við NRK.
Streymurin er komin aftur flestastaðni.
Tríggjar linjur flyta streym til Tromsø-økið. Nú tvær av teimum liggja lamnar, er nógv trýst á tí triðju, sigur Statnett.
Skúlar og barnagarðar eru stongdir í dag.
Universitetið í Tromsø hevur egið aggregat, og tað varð tikið í brúk, tá streymurin fór.