Turbinan á Strond óvirkin

Turbinan á Strond óvirkin

Trupulleikar eru við turbinuni á vatnorkuverkinum á Strond í Klaksvík í løtuni, og hon er tí óvirkin.

“Tað kann taka tíð at fáa eykalutir, og tí kunnu vit rokna við, at hetta kann taka nakrar vikur”, sigur Sæmund Tausen, leiðari á grønu orkuverkunum hjá Sev.

Nógv vatn er í byrgingini, og roknast kann við, at tað fer at renna yvir, nú turbinan er óvirkin.

 

 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking