Stóru íløgurnar seinastu árini hjá svensku elnetfeløgunum til tess at økja um veitingartrygdina hava borið ávøkstur.
Ein nýggj uppgerð frá Svensk Energi vísir, at veitingartrygdin í 2009 náddi upp á 99,99 pct.
Hava brúkt 40 mia. kr.
Matz Tapper, sum hevur teknisku ábyrgdina av neteindini hjá Svensk Energi, sigur:
- Síðani síðst í 1990’unum hava svensku netfeløgini brúkt umleið. 40 mia. skr. uppá at veðurtryggja elnetini - fyrst og fremst við at skifta til jørðkaðalar. Hetta arbeiði varð framskundað eftir ódnirnar Gudrund í 2005 og Per tvey ár seinni. Vit eru ikki nøgd enn og arbeiða við eini ”nullvisjón””. At klára síðsta lítla bitan upp til 100 pst. er helst bæði tekniskt og fíggjarligt ómøguligt. Men hetta skal síggjast sum ein ambitión frá okkara síðu.