Treytaða fongsulsrevsing fyri streymstuldur

Ein maður er dømdur átta mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava stolið streym frá SEV.

Ein maður var herfyri í Føroya Rætti dømdur átta mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava stolið streym frá SEV í eitt longri tíðarskeið.

Maðurin hevði koplað tríggjar innleggingarstaðir, sum hann hevði um hendi, á netið hjá SEV uttan um elmálararnar. Hann noktaði fólki frá SEV at lesa málararnar, og ístaðin las hann sjálvur elmálararnar og lat Elfelagnum skeivar avlestrar.

Fólk frá SEV settu síðani elmálarar ímillum húsini og býtisskápini úti við vegin, og tá var maðurin, sum er útbúgvin elektrikari, avdúkaður. Løgreglan var boðsend, og maðurin var skuldsettur fyri skipaðan stuldur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking