Toyota ætlar at gera hybridbilar í Fraklandi

Um 10 ár skulu øll sløgini av Toyota-bilum seljast í eini umhvørvisvinarligari hybridútgávu.

Toyota fer frá 2012 at gera smáar, nýggjar hybridbilar á fronsku verksmiðjuni hjá fyritøkuni í Valenciennes. Harvið tekur japanski bilarisin enn eitt stig móti málinum at brúka hybridtøkni í allari bilaframleiðsluni, skrivar Jyllands-Posten.

Á verksmiðjuni í útnyrðingspartinum av Fraklandi verður Toyota Yaris framleiddur til evropeiskar marknaðir, og tað er her, vøggan skal standa hjá nýggju fullfíggjaðu hybridbilunum. Verksmiðjan í Fraklandi verður onnur verksmiðjan hjá Toyota í Evropa, sum ger bilar við hybridtøkni. Hin liggur í Onglandi, har framleiðslan av hybridbilinum Toyota Auris HSD byrjaði í summar.

Auris fingið góða móttøku

Júst Toyota Auris HSD hevur fingið góða móttøku frá viðskiftafólkum um alt Evropa. At kalla allir bilarnir, ið skuldu framleiðast í ár, eru útseldir. Jaligu boðini koma sum framhald av, at sølan av hybridbilinum Toyota Prius í ár er økt 50 pst. í mun til 2009. Marglætismerkið hjá Toyota, Lexus, útmerkar seg í ár samstundis við, at helvtin av seldu bilunum í Evropa eru hybridútgávur.

Júst hybridtøkni er kjarnin í strategiini hjá Toyota. Tøknin tryggjar lága nýtslu av brennievni, eitt skert útlát av CO2 og køvievnum, góða ljóðleysa koyring og góðar koyrieginleikar.

Málið hjá Toyota er, at allir Toyota- og Lexus-bilar fáast í eini hybridútgávu í 2020. Higartil eru útivið 300.000 hybridbilar seldir í Evropa síðani 2000, og sølan er støðugt vaksandi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking