Tórshavnar kommuna roynir LED-gøtuljós

Fólk í grannalagnum eru væl nøgd við nýggju ljósini, og kanning vísir eisini eina sparing á 50 %.

Sum eina varliga byrjan hevur Tórshavnar kommuna útskift gomlu ljósarmaturini í Tjarnardeild við nýggj orkusparandi LED-ljós.

Í gamla armaturinum var eitt sonevnt U-rør á 65 W við tilhoyrandi spola á 8 W, ella í alt 73 W. Livitíðin á hesum armaturinum var um 8.000 tímar.

Nýggja LED armaturið, sum er frá P/F LEDFO í Havn, er mált til 35 W, og lívstíðin sigst at vera í minsta lagi 50.000 tímar.

Vælnøgdir grannar

Fólk í grannalagnum eru væl nøgd við nýggju ljósini, og kanning vísir eisini eina sparing á 50 %. Enn kosta nýggju LED ljósini nakað meiri enn tey gomlu, men prísurin er fallandi.

Viggo Christiansen, leiðari á vatn- og gøtuljósdeildini, sigur, at fólk við sokallaðari ‘fotosensitivari epilepsi’ kunnu hava meiri ella minni ampa av LED- ljósum, og at hann fegin hevði viljað hoyrt frá fólki um henda ampa.

Kelda: Tórshavnar kommuna


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking