Toran orsøk til brek hjá SEV

Fríggjadagin 1. desember elvdi toran til brek á fjarstýringsskipanini hjá SEV.

Fríggjadagin 1. desember var toran orsøk til brek á fjarstýringsskipanini hjá SEV. Á koplingarstøðini í Skálafirði var m.a. fjarstýringin rakt, og útbúnaður var skaddur fyri nógvar túsund krónur.

Hetta ávirkaði eisini streymveitingina í økinum, og stórur partur av Eysturoynni lá í streymloysi í einar 20 minuttir. Menn hjá SEV hava brúkt ein stóran part av vikuskiftinum at rætta brekið, og skipanirnar eru í lagi aftur .


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking