Íslendski uttanríkisráðharrin í Húsahaga
Þhordis Gylfadóttir tók við sessinum sum uttanríkisráðharri Íslands 9. apríl í ár, og ein av fyrstu uppgávum hennara var hendan vitjanin í Føroyum, tá verjumálaráðharrarnir hittust.
1. mai var hon saman við Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra, á vitjan í Húsahaga fyri at hoyra um grønu kósina og um loysnirnar, sum vit arbeiða við.
Bogi Bendtsen, fíggjarstjóri, beyð vælkomin og greiddi stutt frá um Sev. Helma Maria Tróndheim, verkfrøðingur, greiddi frá um grønu kósina, útbyggingarætlan, battarískipan osfr., meðan Tórfinn Simonsen, verkfrøðingur, greiddi frá verkætlanini við sjóvarfalsorku og drekunum hjá Minesto.
Þhordis og fylgi hennara vístu stóran áhuga, og m.a. segði hon soleiðis:
“í Íslandi tosa vit nógv um at fáa pilotverkætlanir til landið og at vera ‘cutting edge’ við at fáa nýggjar loysnir royndar, men meðan vit tosa, so gera tit tað. Tað er imponerandi”.
Tað var kjaftsvart í mjørka í Húsahaga hendan dagin, so tey sóu ikki skuggan av vindmyllum, men vóru hóast tað væl nøgd við vitjanina.