Terji Nielsen menningarleiðari í SEV

Terji Nielsen menningarleiðari í SEV
Leiðslan í SEV hevur útnevnt Terja Nielsen sum menningarleiðari í elfelagnum. Terji Nielsen fer umboðandi eitt menningartoymi at samstarva breitt við allar viðkomandi deildir í SEV og samstarvspartar hjá elfelagnum

Terji Nielsen, sum m.a. hevur verið verkætlanarleiðari Húsahaga og Neshaga, er farin til verka sum menningarleiðari í SEV, eftir at leiðslan hevur avgjørt at skipa menningarvirksemið í elfelagnum á sjálvstøðugari deild.

SEV hevur altíð arbeitt við menning og gransking tvørfakliga á ymisku deildunum, men nú er menningarparturin umskipaður og savnaður undir einari Menningardeild við einum toymi, sum skal hava um hendi arbeiðið á Menningardeildini – serliga á grønu kósini frameftir.

Menningarleiðarin hevur tilvísing til mennningartoymið, har stjóri, deildarstjórar og deildarleiðarin á Verkfrøðideildini eru fastir limir. Aðrir deildarleiðarar verða tiknir inn í toymisarbeiðið eftir tørvi. Hákun Djurhuus, stjóri, er toymisleiðari.

Terji Nielsen, hevur á hendan hátt samskipandi, útinnandi og skrivarauppgávuna á Menningardeildini, har hann skipar arbeiðið á deildini við tilvísing til toymið. Dagliga yvirkipaða samskipanin fer fram í samstarvi millum toymisleiðaran og menningarleiðaran.

Terji Nielsen fer í fyrstu atløgu at røkja starvið sum menningarleiðari hálva tíð. Hina helvtina av arbeiðstíðini heldur hann fram í sínum vanliga starvi sum verkfrøðingur á Verkfrøðideildini, har hann serliga fæst við vindorku.

Terji Nielsen var útlærdur elektrikari hjá El-Service á Skála í 1993. Hann var útbúgvin elektronikkteknikari í 1995 á Århus Tekniske Skole og veikstreymsverkfrøðingur á Århus Ingeniørhøjskole í 1999. Í løtuni leggur hann síðstu hond á útbúgving í Berlin, sum nevnist MBA Renewables.

Terji Nielsen hevur starvast hjá SEV síðan 1999 – bæði innan koplingarstøðir og elverk. Seinnu árini hevur hann einamest arbeitt við varandi orku, har hann hevur verið verkætlanarleiðari í vindmyllulundunum í Neshaga og í Húsahaga. Hann er eisini verkætlanarleiðari fyri battarískipanini, ið verður royndarkoyrd í Húsahaga í hesum døgum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking