TELE Grønland og partar av Nuuk lógu uttan streym í upp til hálvansætta tíma í gjár.
Streymurin fór um tvey-tíðina í gjáranáttina og kom ikki aftur fyrrenn um hálvgum níggju-tíðina.
Brek á innanhýsis ávaringarskipanini hjá TELE Grønlandi hevði samstundis við sær, at nærum alt telesamskifti í Grønlandi eisini lá lamið í tímavís, upplýsir grønlendska kringvarpið KNR.
Í fyrsta umfari var eitt stutt blunk á streymveitingini í Nuuk orsøkin til neyðstøðuna.
Ørkymlaði mekanikkin
Hetta ørkymlaði mekanikkin hjá tele-felagnum somikið, at neyðdieselgeneratorurin, ið annars skuldi veitt streym til tele-netið, ikki fór í gongd.
Tí kom streymurin ístaðin frá neyðstreymsbattaríum, sum - battaríum líkt - vóru uppi eftir hálvantriðja tíma. Tá hvurvu so allir samskiftismøguleikarnir, ið dagliga binda grønlendska samfelagið saman og veita tryggleika, sjálvt tá veðrið er vánaligt.
Ávaringarskipanin, ið skuldi boða tekniska starvsfólkinum frá, so neyðgeneratorurin kundi verið settur í gongd, riggaði heldur ikki. Hetta hevði við sær, at trupulleikin við streymveitingini ikki varð loystur fyrrenn um hálvgum níggju-tíðina í gjáramorgunin.
Sostatt gekk hálvursætti tími frá tí, at streymurin fór, til hann kom aftur.
Allar mannagongdir endurskoðast
Uppaftur longur tíð gekk, áðrenn samskiftislinjurnar riggaðu aftur. Allan fyrrapartin arbeiddi TELE við at seta ymsu netini í gongd aftur, og farið var um middag, áðrenn alt koyrdi nøkulunda normalt aftur.
Hetta er álvarsamasta hendingin av hesum slagi í Grønlandi nakrantíð, og tí ætlar TELE nú at endurskoða allar mannagongdir sínar, so hetta ikki hendir aftur.
Grønlendska orkufelagið Nukissiorfiit upplýsir fyri NRK, at blunkini í streymveitingini, ið vóru í Nuuk, og sum vóru høvuðsorsøkin til hendingina, ikki var eitt veruligt streymslit, men eitt blunk, ið vardi 37/100 av einum sekundi.
Sostatt var eitt lítið blunk nógmikið til at leggja alt Grønland lamið.