SEV og Tangavirkið í Vági hava skrivað undir sáttmála, sum fevnir um rørarbeiði, HVS og luftskipan til nýggja motorin, M4, ið verður settur upp á Vágsverkinum.
Talan er um størsta sáttmálan í søguni hjá Tangavirkinum, og tað er fult í tráð við hugsjónina hjá SEV, sum í mest møguligan mun vil brúka arbeiðsmegi á staðnum í sínum verkætlanum.
Tangavirkið hevur longu gjørt ein part av útbyggingunum á Vágsverkinum. Virkið í Vági hevur m.a. flutt gamla dagtangahúsið, og Tangavirkið veitir eisini nýggju dagtangarnar til Vágsverkið.
Dagtangahúsið hýsir tangunum, ið dagliga lata motorunum viðgjørda olju. Talan er um eina sjálvvirkandi oljuskipan millum stóru oljugoymslurnar, dagtangarnar og motorarnar á verkinum.
Umbyggingarnar á Vágsverkinum, sum kosta 82 milliónir krónur, fóru í gongd í fjør. Verkætlanin fevnir m.a. eisini um Maskinhøll til nýggja motorin og aðrar bygningar. Netparturin verður eisini dagførdur við nýggjari háspenningsútgerð, sum fer at kosta slakar 12 milliónir krónur.
Varðin Pelagic á Tvøroyri økti eftirspurningin eftir elorku í Suðuroynni munandi, tá ið virkið fór undir framleiðslu í august 2012. Suðuroyggin er ikki bundin í meginøkið, og tískil er átrokandi at byggja út, soleiðis at nóg mikið av tøkum mátti verður í Suðuroynni frameftir
Á myndini fra vinstru: Poul Wiberg Augustinussen, verkætlanarleiðari á Tangavirkinum, Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum, Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.