SEV hevur alla tíðina umhvørvisverndina í hásæti, og nýggi tangagarðurin á Sundsverkinum er ein liður í hesum. Arbeiðið hevur verið í gongd í eitt ár, og tað verður væntandi liðugt í 2016.
Tangagarðurin hevur til endamáls at taka ímóti møguligum spilli ella lekum, og útbyggingin fer fram í samsvari við galdandi umhvørvisreglur, so Sundsverkið lýkur øll komandi krøv fyri umhvørvisgóðkenning, tá talan er um at handfara oljuúrdráttir.
Eitt sonevnt dagtangahús verður bygt í tangagarðinum, sum hýsir tangunum, ið dagliga lata motorunum viðgjørda olju. Talan er um eina sjálvvirkandi oljuskipan millum stóru oljugoymslurnar, dagtangarnar og motorarnar á verkinum. Ein partur av skipanin er ein nýggj rørleiðing ímillum dagtangarnar og verkið, sum verður løgd í ein oljutættan tunnil, ið harvið bæði verjir oljuleiðingina og umhvørvið.