Tað loysir seg at byggja grønt

Íløgur í hús úr kostnaðarmiklum umhvørvisvinarligum tilfari kunnu loysa seg longu eftir fimm árum.

Granskarar á Kungliga Tekniska högskolan (KTH) í Svøríki eru komnir til tað úrslit, at tað loysir seg at gera íløgur í kostnaðarmikil, umhvørvisvinarlig hús.

- Sum frálíður ber til at spara pengar við at fremja grønar byggiverkætlanir, sigur Agnieszka Zalejska-Jonsson, granskari á KTH, við Teknisk Ukeblad.

Fimm ár við dýrum streymi

Hon hevur kannað munin millum íløgur, rakstrarbúskap, lønsemi á marknaðinum og orkunýtslu í umhvørvisvinarligum bygningum.

Zalejska-Jonsson hevur roknað seg fram til, at tað tekur eini tíggju ár, áðrenn tað loysir seg at búgva í einum orkusparandi, umhvørvisvinarligum húsum, um streymprísurin heldur seg á nøkulunda sama støði í Svøríki.

Heldur streymprísurin hinvegin fram við at hækka, tekur tað minni enn fimm ár.

Byggifeløg og eigarar spurdir

24 byggifeløg, ið bjóða umhvørvisvinarligar húsaloysnir, hava verið við í kanningini. Teirra millum NCC, Veidekke og Skanska.

Harumframt hava fleiri húsaeigarar og 250 fólk í leiguíbúðum luttikið við upplýsingum um hús og royndir sínar við umhvørvisvinarligum tilfari.

– Eg valdi at hyggja at hesum úr tveimum sjónarhornum. Tí tosaði eg bæði við tey, sum byggja slík hús, og tey, sum brúka tey. Báðir partar høvdu stóra vitan um umhvørvi og orkusparandi loysnir. Tey, ið búðu í slíkum húsum, vóru sum heild nøgd og søgdu, at tey brúktu minni streym. Byggifeløgini vóru eisini sera jaliga sinnað mótvegis umhvørvisvinarligari bygging, sigur Zalejska-Jonsson.

– Vónandi fara úrslit okkara at geva feløgum í byggivinnuni íblástur til at leggja størri dent á grøn hús, sigur Agnieszka Zalejska-Jonsson, sum ætlar at enda gransking sína við eini doktararitgerð um tvey ár.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking