Sviar kenna seg snýttar av norska Statnett

Statnett skerdi tilvitað streymútflutningin til Svøríkis í vetur, siga tveir svenskir elmarknaðargranskarar.

Svensku elmarknaðargranskararnir, Sven-Olof Fridolfsson og Thomas Tangerås, finnast harðliga at norska Statnett.

Streymprísirnir í vetur vórðu sendir upp í loft av norska netfelagnum, skriva granskararnir í grein í dagblaðnum Dagens Nyheter.

Teir halda, at málið eigur at verða roynt í rættinum og biðja ES-nevndina meta um, hvørt hetta er brot á evropeisku kappingarlógirnar.

Skapti tilvitað fløskuhálsar

Meðan streymprísurin var 10 krónur fyri kilowatttíman í Svøríki, hevði Suður-Norra ein prís uppá 40 oyru til 1,60 krónur.

Um útflutningurin úr Norra ikki hevði verið avmarkaður, hevði prísurin ikki farið uppum 2,80 krónur, halda granskararnir og vísa til eina frágreiðing frá Orkumarknaðareftirlitinum.

Sambært Fridolfsson og Tangerås skapti Statnett tilvitað fløskuhálsar við at skerja flutningskapasitetin í Hasle-sambandinum millum Norra og Svøríki. 8. januar varð sambandið fullkomiliga kvett, og tað hevði Statnett ábyrgdina av, skriva granskararnir.

Vita ikki hví

- Frágreiðingin vísir á fløskuhálsar í háspenta netinum millum Suður-Norra og Svøríki sum orsøk til ógvusligu elprísirnar í Svøríki, skriva teir.

Granskararnir vísa á, at frágreiðingin frá Orkumarknaðareftirlitinum ikki nevnir grundgevingina hjá Statnett fyri at skerja streymin til Svøríkis. Men teir skriva, at Statnett hevur ábyrgdina av at tryggja javnvág í norsku elskipanini, so samanfall er millum framleiðslu og nýtslu.

- Henda ábyrgdin kann av veitingartrygdarávum hava noytt Statnett til at avmarka streymin av elektrisiteti til Svøríkis til tess at binda um heilan fingur í Suður-Norra, orsakað av kuldanum, stendur í greinini.

Vildu forða príshækkingum í Oslo

Men granskararnir illtonkja Statnett eisini fyri at hava roynt at forða fyri príshækkingum í Oslo-umráðnum.

- Hesin illgrunin verður styrktur av, at Statnett av vana avmarkar flutningskapasitetin til Svøríkis, tá vandi er fyri streymtroti í Oslo. Henda atferðin gongur undir navninum Hasle-trappan sambært heimasíðuni hjá Statnett, skriva granskararnir.

Teir leggja aftrat, at tað er rættiliga álvarsamt, um Statnett av trongskygdum tjóðskaparligum áhugamálum regluliga útflytir príshækkingar úr Suður-Norra til Svøríkis, við at gera ein kunstigan fløskuháls millum londini. Byrðan við høgum prísum átti at verið býtt millum brúkarar og ídnaðin í báðum londum, skriva teir.

Hetta við at gera kunstigar fløskuhálsar, er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Svenska Kraftnät hevur inntil nýliga avmarkað útflutningin til Danmarkar, skriva Fridolfsson og Tangerås.

Statnett vísir atfinningunum aftur

Statnett vísir atfinningunum aftur og ætlar at koma við einum svari seinni.

Felagsskapurin hjá norðurlendsku netfeløgunum, NordREG, hyggur eisini at málinum, og kemur við eini fullfíggjaðari frágreiðing fyri jól. Í eini fyribils frágreiðing skrivar felagsskapurin, at Hasle-trappan (2000 megawatt) verður skerd, tá streymnýtslan til Oslo er høg, og hetta ber í sær, at útflutningurin til Svøríkis minkar. Onki verður tó nevnt um, at Statnett ger hetta tilvitað.

Granskararnir nevna annars ikki í grein síni, at eisini Mið-Norra hevði høgar prísir í vetur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking