Sviar gera heimsins størsta alduorkuverk

16 slangur úr plasti ella gummi verða skoyttar saman við ein generator, hvørs máttur kann koma upp á heili 100 MW.

Sviar droyma um at gera heimsins størsta alduorkuverk úr risastórum sjóslangum.

Í einum kjallara undir Göteborg, á teknologiska universitetinum Chalmer, eru sviar í gongd við at byggja ein 50 metrar langan hyl, ið skal vera eitt slag av akvarium hjá eini 35 metrar langari sjóslangu úr annaðhvørt plasti ella gummi.

Sjóslangan skal hava ein kjaft í øðrum endanum, har vatn og luft verður trýst inn, tá høvdið á slanguni fer undir havskorpuna av aldunum. Luftin og vatnið verður trýst allan vegin gjøgnum slanguna og endar í einum generatori, ið verður settur í umferð og ger elektrisitet.

16 slangur

Til tess at økja umferðina hjá generatorinum kunnu fleiri sjóslangur koblast saman, og sviar droyma um at gera eitt 100 MW alduorkuverk, har 16 slangur við eini longd upp á 400 metrar eru skoyttar saman. Hetta fer at gera alduorkuverkið til tað størsta av sínum slag í heiminum.

Enn er verkætlanin tó bert á byrjunarstigi. Ein røð av væleydnaðum CDF-simuleringum í 2005 hava víst, at ein sjóslanga upp á 200 metrar kann geva 3 MW, um hon flytir seg við aldunum fyri hvørji átta sekund og við eini sveiggjvídd upp á 1,5 metur.

Eigari av hugskotinum er Daniel Ehrnberg, sum uppfann konseptið í sambandi við høvuðsuppgávu sína á deildini fyri alisfrøði á Göteborg universiteti fyri seks árum síðani.

Fara undir royndirnar í ár

- Fyribils royndir okkara vísa, at slangan er somikið liðilig, at hon eisini eigur at tola illveður við høgum aldum. Men nú skulu vit gera royndir, har aldurnar broyta seg, so slangan kavar longur niður í alduni. Og vit bíða spent eftir, hvussu hon fer at hátta sær, sigur Daniel Ehrnberg.

50 metra hylurin í Gøteborg verður liðugur í ár, og innan árslok verður farið undir fyrstu royndirnar, har granskarar serliga fara at kanna valið av tilfari og spurningin um, hvørt tað skulu vera ein ella tveir generatorar.

Daniel Ehrnberg umhugsar, um bæði luft og vatn skulu koyrast gjøgnum sama generator, ella um luftin skal veitast til ein serstakan generator, eftir at hon er farin gjøgnum slanguna saman við vatninum.

Um valið av tilfari fellur á plast ella gummi er eisini ógreitt.

- Men bæði finnast tildømis í oljuídnaðinum og avsaltingaranleggum og eru kend fyri at tola illlfýsið veður, sigur Daniel Ehrnberg.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking