Svenski vinnumálaráðharrin Maud Olofsson eftirlýsir einum felags átaki til tess at styrkja støðuna hjá kundunum á skandinaviska elmarknaðinum.
Tað sigur hon í skrivi til norðurlendsku orkumálaráðharrarnar.
- Eg mæli til ein breiða kanning av, hvussu elmarknaðurin í grundini virkar, og hvussu hann kann betrast upp aftur meiri. Gjøgnum eitt slíkt eftirlit av skandinaviska elmarknaðinum kunnu vit fremja tiltøk, ið geva skandinavisku kundunum teir fyrimunir, sum ein felags marknaður hevur møguleika at veita.
Økt gjøgnumskygni
Í brævinum vísir hon á, at eitt arbeiði longu er sett í verk um m.a. ein skandinaviskan endakundamarknað, økt gjøgnumskygni og um, hvussu sleppast kann undan óvanliga høgum prísum. Men meira eigur at verða gjørt til tess at bøta um felags marknaðin.
Svenski ráðharrin heldur, at stundin er komin til at hugsa um støðuna hjá kundunum á marknaðinum. Hon staðfestir við grundarlagi í kjakinum í Svøríki, at nógvir kundar eru ørkymlaðir og hava ilt við at líta á felags marknaðin. Tí er tað av stórum týdningi at økja um álitið. Umráðandi er, at kundarnir hava gagn av felags marknaðinum.
Maud Olofsson vónar, at spurningurin verður umrøddur á næsta ráðharrafundinum, so avgerð - uttan drál - kann takast um kósina fyri framhaldandi arbeiðnum.