Svensku kjarnorkustjórarnir skulu standa til svars

Maud Olofsson, vinnumálaráðharri, er misnøgd við handfaringina hjá elfeløgunum av kjarnorkuframleiðsluni.

Svensku kjarnorkuverkini framleiða í løtuni bert 40 prosent av tí, tey eru før fyri at framleiða.

Helmingurin av teimum tíggju kjarnorkureaktorunum í Svøríki standa júst nú stillir, teirra millum teir báðir størstu Forskmark 3 og Oskarshamn 3.

Sama støða í fjør

Fyri einum ári síðani var støðan nett tann sama sum nú - helmingurin av reaktorunum stóðu stillir, orsakað av árligum viðlíkahaldi og trupulleikum, ið tóku seg upp, tá teir skuldu startast av nýggjum.

Samstundis herjaði harðasti veturin í mong Harrans ár, og úrslitið varð, at elprísurin reyk upp í loft.

Maud Olofsson, vinnumálaráðharri, boðsendi tá øllum teimum trimum stóru elfeløgunum, ið eiga tey svensku kjarnorkuverkini, Eon, Fortum og Vattenfall, til kreppufundar.

Elfeløgini lovaðu tá høgt og heilagt, at hetta ikki skuldi endurtaka seg. Til næsta vetur skuldi alt vera komið í rættlag.

Nýggjur fundur

Nú hevur vinnumálaráðharrin so aftur boðsent feløgunum til fundar í morgin at greiða frá, hvat varð av lyftum teirra.

Hon er rættiliga ørg um handfaringina hjá kjarnorkufeløgunum av árliga viðlíkahaldinum.

- Vit mugu fáa at vita frá teimum, hvat er á vási. Vit kunnu ikki góðtaka at koma í somu støðu aftur í vetur sum í fjør. Feløgini mugu og skulu leggja umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiðið betur til rættis, so elveitingin verður ávirkað sum minst av hesum, sigur Maud Olofsson við SR Ekot.

Hon heldur, at árliga viðlíkahaldið eigur at verða gjørt um summarið og ikki um veturin, og hóttir við hørðum tiltøkum, um hetta ikki verður gjørt.

Hóttir við politiskum inntrivum

- Halda elfeløgini, at teimum ikki nýtist at veita el til kundar sínar, og at tey bara kunnu gera, sum teimum lystir, so er neyðugt við politiskum inntrivum, sigur Maud Olofsson hóttandi.

Nú bíða svensku elbrúkararnir so í spenningi eftir, hvat spyrst burturúr fundi hennara við elfeløgini í morgin.

Kjarnorkan stendur fyri umleið helvtini av svensku elframleiðsluni og vatnorkan fyri umleið tí sama.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking