Svenska stjórnin ætlar at selja orkufelagið Vattenfall

Andstøðan er harðliga ímóti, at ein av týdningarmestu orkuframleiðarunum í Svøríki endar á útlendskum hondum.

Svenska stjórnin ætlar at selja burturav ognum sínum í Posten, Telia Sonera og bankanum SBAB, og leggur í ársins ríkisfíggjarlóg eisini upp til at sleppa sær av við partar av Vattenfall.

Men andstøðuni dámar ikki tankan um, at feløg sum Vattenfall skulu enda í hondunum á øðrum tjóðum

– Vit hava avgjørt í tingbólkinum, at vit ikki skulu stuðla uppskotinum, ið nú liggur á borðinum, sigur Lars Isovaara í flokkinum Sverigedemokraterna við almenna svenska útvarpið (SR).

– Tað hevði sæð løgið út, um vit seldu Vattenfall til eitt annað land, kanska í Miðeystri. Harvið hevði ein týdningarmikil svenskur orkuframleiðari gjørst ogn hjá eini aðrari tjóð.

Hava fingið loyvi

Ríkisdagurin hevur góðkent, at stjórnin avmarkar almenna ognarskapin í fleiri feløgum. Men nú heldur andstøðan, at farið er ov vítt.

Socialdemokraterna og Miljöpartiet hava mælt til, at sølan verður avmarkað mest møguligt, og fáa nú stuðul frá Sverigedemokraterna. Flokkarnir taka als ikki undir við, at SBAB og Vattenfall verða seld. Ognarparturin í Posten eigur ikki at vera minni enn 34 prosent, halda teir, og sølan av Telia Sonera eigur eisini at verða avmarkað.

Flokkarnir hava brúk fyri stuðuli frá Vänsterpartiet, sum enn ikki hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Men sambært SR er mangt, ið bendir á, at flokkurin fer at gera tað, tá ið avtornar.

– Eg haldi, uppskotið er áhugavert og ikki liggur fjart frá politikkinum hjá Vänsterpartiet, sigur umboð floksins í vinnunevndini í Ríkisdegnum, Kent Persson, við útvarpið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking