Sólsellur skulu ikki longur gerast í Svøríki.
Tað skrivar Ny Teknik.
Scanmodule, sum er partur av norska Rec-bólkinum, fór undir sína framleiðslu í Glava í Värmland í 2002.
Henda heimsins fyrsta fullautomatiseraða verksmiðjan fyri sólsellupanel hevur verið millum størstu og týdningarmestu arbeiðsplássini í Arvika kommunu.
300 fólk missa arbeiði
Nú hevur Rec gjørt av at gevast við virkseminum, og tey 300 starvsfólkini verða send til hús í næstum. Framleiðslan heldur fram við hálvari megi árið út.
- Hóast arbeitt hevur verið av øllum alvi fyri at bjarga virkseminum, eru útlitini fyri eini kappingarførari sólselluverksmiðju í Glava ikki til at fáa eyga á, skrivar John Andersen, varastjóri í Rec-bólkinum, í einum tíðindaskrivi.