Sveis ætlar at gevast við kjarnorku

Ætla at steðga heimsins elstu reaktorum frá 1969 í 2019.

Sveis hevur gjørt av at gevast við kjarnorku, eftir at Fukushima-vanlukkan hevur elvt til økta fólksliga stúran.

Hetta hendir tó ikki beinanvegin. Dagsins fimm kjarnorkuverk skulu rekast fram til endan av síni ætlaðu livitíð.

Tað er millum 2019 og 2034, skriva New York Times og BBC.

Mótmælisgongur

Tveir av heimsins elstu trýstvatnsreaktorum verða eisini steðgaðir. Beznau 1 og 2 frá 1969 og 1970 standa í Döttingen har norðuri í Sveis og verða riknir av fyritøkuni Axpo.

Síðsta vikuskiftið mótmæltu 20.000 sveisarar ímóti kjarnorku. Eisini í Týsklandi hava stórar mótmælisgongur verið síðani Fukushima-vanlukkuna.

Fyrr í vár vóru tvey starvsfólk hjá einum kjarnorkulobbyisti løstað í einum bumbuálopi, skrivar Guardian.

40 prosent kjarnorku

- Verandi kjarnorkuverk verða latin aftur, tá livitíðin hjá reaktorunum er úti, og verða ikki avloyst av nýggjum kjarnorkuverkum, kunngjørdi stjórnin í eini fráboðan í gjár.

Hetta setir stór krøv til landið, sum fær 40 prosent av orkuni frá kjarnorku.

Sveisararnir halda kortini, at kjarnorkan fer at tapa kappingina ímóti varandi orkukeldum, tí kostnaðurin fer at hækka. Roknað verður eisini við nýggjum trygdarkrøvum, ið fara at krevja eyka íløgur í útgerð og førleika.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking