Tann 2. mai 2012 fingu vit bræv frá Landsfelag Pensjónista, har vart verður gjørt við yvirlýsing frá aðalfundinum hjá Landsfelagnum í 2012. Felagið ger vart við, at tey eru ónøgd við, at SEV hevur ásett fráfaringaraldurin fyri starvsfólk felagsins til 67 ár.
Sagt verður, at avgerðin stríðir ímóti galdandi lóg og hægstarættardómum í Noregi og Danmark. Eisini verður víst til Europeiska mannarættindakonventiónina. Landsfelagið heitir á stýrið í SEV um at taka fráboðanina aftur.
Sagt skal vera frá, at nevndin í SEV hevur viðgjørt áheitanina frá Landsfelag Pensjónista á nevndarfundi . Á fundinum fyrilá m.a. løgfrøðisligt upprit frá Kommunsamskipan Føroya. Í hesum uppriti verður m.a. staðfest, at:
“Tá ongin lógarregulering er av spurninginum um fráfaringaraldur, kann hesin ásetast við vanliga leiðslurættinum hjá viðkomandi myndugleika.”
og framhaldandi úr sama riti:
“Leiðslurætturin at áseta fráfaringaraldur er kortini ikki óavmarkaður, men bundin av vanliga fyrisitingarrættarligu grundreglunum um sakliga viðgerð og t.d. meginreglu um ikki at gera innanhýsis reglu, har meting eigur at gerast. Í mun til fráfaringaraldur er ikki ivi um, at 67 ára markið er sakligt á tann hátt, at ein myndugleiki við eini reglu kann skera ein bólk frá, sum í miðal hevur minni førleika at útinna sítt arbeiði, heldur enn leyst av aldri í hvørjum einstøkum føri at skula gera truplar og orkukrevjandi metingar av, nær starvsfólk hava mist so mikið av førleika, at tað er rímiligt at siga tey upp.”
Niðurstøðan í ritinum er:
“Samanumtikið metir undirritaði vísandi til viðmerkingarnar omanfyri ikki, at nakað er ólógligt í tí praksis, sum SEV hevur valt, har vanligi fráfaringaraldurin verður 67 ár.”
SEV vil eisini siga frá, at vit tann 7. mai fingu tilsent umbering frá sakførara, har hann harmaðist um, at hann hevði mistikið seg, tá ið hann í útvarpinum nakrar dagar frammanundan hevði sagt, at 67 ára fráfaringaraldurin hjá SEV var brot á Europeiska Mannarættindasáttmálan. Sáttmálin fevnir ikki um mál sum hesi , og kann tí ikki nýtast í føri sum hesum.
Nevndin hevur tí framhaldandi ta støðu, at ásetti fráfaringaraldurin fyri starvsfólkini hjá Elfelagnum SEV skal verða 67 ár.
Sørvágur tann 28. juni 2012
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður