Nú summarfrítíðin nærkast, hevur SEV tørv á eldhugaðum lesandi og/ella skúlanæmingum til summarstørv á hesum deildum okkara:
Tórshavn – starvsfólk til móttøkuna/skuldarbókhaldið frá 1. juni – 15. august.
Okkum tørvar ein persón, ið er fyrikomandi, tá viðskiftafólk okkara koma á gátt, ringja ella senda fyrispurningar umvegis teldupost. Viðkomandi skal eisini hjálpa til í skuldarbókhaldinum, ið er partur av móttøkuni á Landavegnum.
Vit ímynda okkum, at viðkomandi er teldukøn/ur og hevur skil fyri búskapi.
Sundsverkið – arbeiðsfólk frá 1. juli – 15. august.
Søkt verður eftir maskinmeistaralesandi við handverkaraútbúgving til fyrifallandi arbeiði. Eisini sóknast vit eftir arbeiðsfólki til fyrifallandi arbeiði/vasking.
Ynskiligt er, at umsøkjarar eru í minsta lagi 18 ár og hava koyrikort.