Nú summarfrítíðin nærkast, hevur SEV tørv á eldhugaðum lesandi og/ella skúlanæmingum til summarstørv á hesum deildum okkara:
Grønu Orkuverkini í Vestmanna – arbeiðsfólk alla summarfrítíðina.
Okkum tørvar 4-6 ungdómar at hjálpa til við at viðlíkahalda og reinsa inntøk, veitir o.a. Arbeiði er primert í Eiðisøkinum, tvs. arbeiði er í fjøllunum.
Sundsverkið – arbeiðsfólk á leið 1. juli til 15. august.
Søkt verður eftir tveimum ungum fólkum, ið eru minst 18 ár og hava koyrikort, til fyrifallandi arbeiði og vasking.
Rakstrardeildin Miðstaðarøkið – arbeiðsfólk frá 20. juni til 22. juli.
Søkt verður eftir einum fólki, at hjálpa okkum at mála trafostøðir, sláa gras og at reinsa og vaska rundan um bygningarnar hjá okkum.
Rakstrardeildin Suðurøkið – arbeiðsfólk frá 1. juli til 15. august.
Søkt verður eftir tveimum fólkum til ymiskt viðlíkahald, so sum at mála. Ynskiligt er, at umsøkjarar eru í minsta lagi 18 ár og hava koyrikort.
Tórshavn – starvsfólk til móttøkuna/skuldarbókhaldið at byrja sum skjótast til 15. august.
Okkum tørvar ein persón, ið er fyrikomandi, tá viðskiftafólk okkara koma á gátt, ringja ella senda fyrispurningar umvegis teldupost. Viðkomandi skal eisini hjálpa til í skuldarbókhaldinum, ið er partur av móttøkuni á Landavegnum. Ynskiligt er, at viðkomandi er undir viðkomandi lesnaði, eitt nú búskap.
Tórshavn – starvsfólk til Samskifti frá 1. juli til 15. august.
Søkt verður eftir einum fólki, at taka sær av samskiftisuppgávum. Ynskiligt er, at umsøkjarin er undir viðkomandi lesnaði.
Tórshavn – starvsfólk til Innleggingardeildina í summarfrítíðini.
Søkt verður eftir einum fólki til skrivstovustarv, arbeiðsuppgávurnar fevna um skráseting av innleggingum og umsóknum.
Talan er um ymiskar uppgávur í avmarkað tíðarskeið. Tískil er umráðandi, at tú í umsóknini ger vart við, hvørjum av størvunum, tú ert áhugað/ur í.
Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, møtir væl upp, og at tú spyr einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið. Sjálvandi ert tú arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um. Eisini leggja vit dent á, at tú dugur væl at ansa eftir tær sjálvari/um og tínum starvsfelagum. Trygdin skal altíð vera fremst í huganum – hjá øllum starvsfólkum okkara.
Summarstørvini eru tímalønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknarfreistin er týsdagin 31. mai 2022.
Viðmerk "summarstarv" – og hvat starv talan er um, og send umsóknina til: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 ársverk eru í starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni, vindi og sól. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.