Vindur, vatn og sól øktust, meðan oljan minkaði
Vindorkuframleiðslan øktist við 74 prosentpointum, tó at talið av vindmyllum er tað sama sum áðrenn. Munurin er, at battarískipanin og synkronkompensatorin, sum blivu verksett í fjør heyst, hava effektiviserað vindorkuframleiðsluna. Vindurin stóð fyri góðum 43 prosentum av samlaðu framleiðsluni.
Vatnorkuframleiðslan øktist eisini í mun til fyrra hálvár í fjør. Vatnið stóð fyri 12%, sum er meira enn í fjør, tá vatnorkan kom upp á góð 10 prosent.
Oljuframleiðslan á Vágsverkinum náddi 44% fyrra hálvár í ár í mun til smá 65% sama tíðarskeið í fjør. Minkingin er 34% og tað svarar til 800 tons av olju, sum eru spard í mun til fyrra hálvár í fjør.
Sólorkuframleiðslan hilnaðist eisini eitt vet betur í ár. Góðir 102 MWt eru framleiddir, sum er 4% meira enn sama tíðarskeið í fjør og 0,6% av samlaðu framleiðsluni.