Í Suðuroy skaraði oktober mánaði framúr við grønari orku, og ongantíð áður hevur ein mánaði hilnast so væl við grønari orku.
Orsøkin er partvís sera góð vind- og vatnviðurskifti, og partvís nýggja battarískipanin og synkronkompensatorin í Porkeri, sum kom í rakstur í summar.
Heili 84% av orkuframleiðsluni stavaðu frá grønum orkukeldum, meðan motorarnir á Vágsverkinum stóðu fyri 16%, sum er tað lægsta nakrantíð. Vindmyllurnar í Porkeri stóðu fyri góðum 60% og vatnorkuverkið í Botni stóð fyri góðum 23% av elorkuni.
Vágsverkið hevur ongantíð áður framleitt so fáar kilowatttímar úr olju, sum farna oktober. 0,47 GWt bleiv tað til, sum í tonsum svarar til góð 95 tons. Í tilsamans 22 dagar hevur Vágsverkið ligið stilt, meðan framleiðslan hevur verið 100% grøn.
Samlaða framleiðslan í Suðuroy í oktober kom upp á 2,9 GWt, og skuldi Vágsverkið framleitt alla orkuna úr olju, hevði oljunýtslan uml. 600 tons. Sparingin er sostatt yvir 500 tons - bert í oktober.
Áðrenn vindmyllurnar og tann stabiliserandi tøknin komu í Suðuroy, var býtið millum termiska- og varandi orku umleið 10-15% varandi orka og 85-90% olja. Vert er eisini at nevna, at tann møguliga vindframleiðslan var áleið tann sama í juli sum í oktober. Við battaríum og synkronkompensatorinum fekst 3 ferðir so nógv vindorka til høldar í oktober í mun til juli.