Stýrisformaðurin fegnast um heimasíðuna

Nýggja heimasíðan hjá SEV verður eitt tað týdningarmiklasta samskiftisamboðið í samskiftinum millum SEV og umheimin, sigur Leivur Hansen, stýrisformaður í SEV.

Leivur Hansen,

stýrisformaður.

- Nýggja heimasíðan hjá SEV verður eitt tað týdningarmiklasta samskiftisamboðið í samskiftinum millum SEV og umheimin, sigur Leivur Hansen, stýrisformaður í SEV.

Hann væntar sær við nýggju heimasíðuni eitt munadyggari samskifti við eitt nú brúkarar og eigarar, sum eru føroysku kommunurnar og harvið vit øll.

Stýrisformaðurin fegnast serliga um nýggju sjálvavgreiðsluna á heimasíðuni, har brúkarin m.a. kann fáa eitt yvirlit yvir sína árligu streymnýtslu.

Sitandi SEV-stýrið, sum tók við 11. februar í ár, sær tað sum sína fremstu uppgávu at koma í eitt mennandi samskifti við brúkarar, eigarar og samstarvsfelagar hjá SEV. Elfelagið boðaði frá størri opinleika, tá viðtøkurnar vórðu broyttar í fjør. Viðtøkubroytingarnar høvdu m.a. við sær, at fundirnir í umboðsnevndini, sum er hægsti myndugleiki í Elfelagnum, nú eru almennir.

- Tá vit tóku við, hevði SEV-leiðslan ætlanir um eina nýggja heimasíðu, og vit hava saman við dagligu leiðsluni og starvsfólkunum lagt dent á at fáa eina virkna heimasíðu, sum fær í lag eitt tættari samskfti millum SEV og brúkarar, eigarar, samstarvsfelagar og umheimin sum heild, sigur Leivur Hansen.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking