Stúra fyri gongdini á oljumarknaðinum

Alneyðugt við eyka veitingum til oljureinsiverkini, skal sleppast undan oljutroti á marknaðinum, sigur altjóða orkustovnurin IEA.

Altjóða orkustovnurin IEA stúrir gongdini á oljumarknaðinum. Mangt bendir á, at endurreisingin eftir fíggjarkreppuna verður steðgað av høgum oljuprísum.

Hóast oljuprísurin er fallin 10 prosent, síðani hann var í hæddini í byrjanini av mai, er hann framvegis alt ov høgur, sigur IEA.

Stúrir fyri vøkstrinum

Tað er sokallaða Governing Board, sum ávarar um støðuna á sínum ársfjórðingafundi 18.-19. mai. Henda nevndin er samansett av orkuleiðarum úr limalondunum í OECD, sum eigur IEA.

- Øll tekin í sól og mána benda á, at vøksturin í oljuprísinum síðani september í fjør, fer at ávirka búskaparligu endurreisingina við at økja alheims ójavnan, skerja inntøkurnar hjá húsarhaldum og fyritøkum, og økja trýstið á inflasjón og rentustøði, sigur Governing Board í eini fráboðan.

- Við tað at oljueftirspurningurin veksur í tíðarskeiðnum mai-august, er alneyðugt við eyka veitingum til oljureinsiverkini, skal sleppast undan oljutroti á marknaðinum, stendur í fráboðanini.

Verður hetta ikki gjørt, kann úrslitið verða ein búskaparlig afturgongd, spáa serfrøðingarnir. Hetta eru hvørki brúkaralondini ella framleiðararnir áhugaðir í, halda teir.  

Mæla framleiðarunum til at økja framleiðsluna

IEA mælir oljuframleiðarunum til at økja framleiðsluna til tess at sleppa undan neiligum alheims búskaparavleiðingum, sum ein knappur oljumarknaður kann bera í sær. Hetta verður mett sum ein bøn til Opec og Saudi-Arabia, sum sita á meginpartinum av heimsins eykagoymslum.

- Serliga fátækir oljuinnflytarar verða hart raktir av høgum oljuprísum, sum máa undan búskaparligu og sosialu vælferð teirra, skrivar IEA.

Orkustovnurin hevur ferð eftir ferð ávarað um, at vøksturin eftir fíggjarkreppuna er í vanda, orsakað av høgu orkuprísunum, serliga í OECD-londunum. 

Stovnurin átti at vita, hvat tey tosa um. Ríku OECD-londini stovnaðu IEA eftir oljukreppuna í 1973-74 júst fyri at fáa greiði á, hvussu tey skuldu sleppa undan orkukreppum í framtíðini.

Meiri varandi orku

Altjóða gjaldoyragrunnurin IMF segði herfyri, at alheims oljuframleiðslan ikki er økt, hóast høgu prísirnar og stórar íløgur. Eisini har er niðurstøðan, at alheims vøksturin er í vanda. IMF mælir heimsins londum til at gerast minni heft av fossilari orku, m.a. við at dúva uppá varandi orku.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking