Stúra fyri fleiri streymslitum í Norra

Títtari toruveður kann elva til fleiri streymslit, sigur norska elveitingareftirlitið í nýggjari frágreiðing.

Veðurlagsbroytingarnar kunnu elva til eina øking av snarljósum og toruslátrum upp á 25 prosent fram til 2050. Hetta kann bera í sær fleiri brek í orkuveitingini sambært eini nýggjari frágreiðing frá norska elveitingareftirlitinum NVE.

Snarljós eru ofta orsøk til brek á norsku orkuveitingini. Næstu áratíggjuni er ein øking av snarljósum væntandi í takt við hækkandi hita og økt avfall.

– NVE vónar, at feløgini í sínum váða- og viðbreknisgreiningum brúka hesa og aðrar líknandi frágreiðingar sum grundarlag undir sínum framtíðar avbjóðingum, sigur Marit Lundteigen Fossdal, deildarstjóri í NVE, í einum tíðindaskrivi, sum m.a. er endurgivið í Teknisk Ukeblad.

Fleiri snarljós um alt landið

Frágreiðingin, sum norska veðurstovan hevur gjørt, gevur eisini ábendingar um títtari tilburðir av snarljósum í øðrum árstíðum og í øðrum økjum, enn norðmenn hava vanir við fyrr.

Í  dag rakar toruveður lutfalsliga mest orkuveitingina í landnyrðingspartinum av Norra. Í framtíðini kunnu øki, sum higartil hava verið lítið rakt av snarljósum, rokna við meiri toruveðri.

Streymslit

Snarljós eru sum nevnt omanfyri ofta orsøk til streymslit í norska elnetinum.

Tá toran tildømis slær niður á eina transformatorstøð kann hetta elva til skammlop ella havarí og harvið streymslit í styttri ella longri tíð.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking