Samstundis sum vindmyllulundin í Húsahaga og nýggja koplingarstøðin verða bygd, verður eitt umfatandi kaðalarbeiði eisini gjørt. Alt hetta hevur við sær, at streymveitingin til høvuðsstaðin styrknar nógv og verður tryggari.
Ein koplingarstøð verður bygd í vindmyllulundini, og hon skal taka ímóti streyminum frá vindmyllunum og leiða hann inn á 60 kV netið. Tað er stóra flutningsnetið hjá SEV, sum flytir allan streymin í stórum nøgdum um landið – alt eftir tørvi.
Í sama viðfangi verða nýggir kaðlar lagdir oman á Sund, oman í Havnina og út í Havnardal, soleiðis at streymurin til høvuðsstaðin verður veittur fleiri ymiskar vegir enn í dag. Kaðalarbeiðið er samstundis ein liður í stóru verkætlanini hjá SEV at kaðalleggja netið fyri at verja tað ímóti ódnarveðri. Ein verkætlan, sum fór av bakkastokki eftir jólaódnina í 1988.
Eitt 60 kV kaðalsamband verður gjørt ímillum Húsahaga og Sundsverkið, har ein nýggj koplingarstøð eisini skal byggjast. Tað hevur við sær, at linjurnar, sum ganga ígjøgnum Húsahaga oman á Sund, verða tiknar niður.
Úr Húsahaga verður eisini lagdur ein 60 kV kaðal út til koplingarstøðina í Havnardali og víðari inn til koplingarstøðina í Varðagøtu. 60 kV linjurnar, sum í løtuni ganga frá Sundsverkinum oman í Varðagøtu, verða sostatt eisini tiknar niður.
Ein 20 kV kaðal verður lagdur frá vindmyllulundini oman í Havnardal. Hesin kaðalin verður nýggj streymveiting til Sandoynna. Eisini verða tveir 20 kV kaðlar lagdir úr Húsahaga til Norðradals og Syðradals.
Harumframt verða fimm 10 kV kaðlar lagdir úr Húsahaga oman í býin, sum skulu veita ovara parti av Havnini streym. Tá hevur SEV eisini lagt upp fyri komandi útstykkingum í Tórshavn.
10 kV og 20 kV netini flyta streymin frá 60 kV netinum víðari út á 400 V netið, ið er dagliga streymveitingin út til húsarhald, stovnar og virkir.