Streymurin í Norra er ov bíligur

Norðmenn mugu fyrireika seg til at gjalda prísin fyri varandi orku, sigur fyrrverandi norskur ráðharri, sum heldur at streymurin í dag er ov bíligur.

- Norðmenn oyðsla við streyminum, tá teir brúka ravmagn til upphiting.

Tað sigur Gunnar Berge, fyrrverandi stjóri í norska oljudirektoratinum, í samrøðu við Stavanger Aftenblad.

Hann er eisini fyrrverandi stórtingslimur, fíggjarmálaráðharri og kommunu- og arbeiðsmálaráðharri fyri Arbeiðaraflokkin.

Síðani 2007 hevur hann verið stýrisformaður í Petoro, sum er eitt alment felag, ið umsitur ognirnar, sum norski staturin fær burturúr oljuni.

Tørvur á meiri orku

Spurdur, um framtíðin liggur í oljuni ella í varandi orku, svarar hann avgjørdur:

- Í báðum! Vit síggja, at heimurin hevur brúk fyri meiri orku, og hetta ber ikki til, uttan at dúvað eisini verður upp á varandi orku. Tað verður ongantíð so, at brúk ikki verður fyri allari varandi orkuni, ið verður framleidd. Men avbjóðingin er kostnaðurin og prísstøðið. Sum er loysir tað seg betur at velja tey ikki-varandi, bíligaru alternativini framum, sigur Gunnar Berge við blaðið.

Kunnu ikki vera oljuna fyriuttan

Berge vísir á, at alneyðugt er at fáa kostnaðirnar niður sum skjótast. Verður ikki størri dentur lagdur á varandi orku, verða vit ikki før fyri at loysa orkuavbjóðingina, heldur hann.

- Vit mugu fyrireika okkum til at gjalda meiri fyri orkuna. Samstundis er tað órealistiskt at halda, at vit kunnu vera olju og gass fyriuttan sum orkukeldur. Onki er so bíligt at brúka sum olja og gass til flutning av vørum og farmi, sigur Gunnar Berge m.a.

Norðmenn rinda sum er umleið eina krónu fyri kilowatttíman av streymi. Tá eru meirvirðisgjald, netleiga og onnur avgjøld íroknað.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking