Streymurin í Evropa gerst støðugt reinari

Parturin av varandi orku var 60 ferðir størri í 2008 í mun til 1980.

Framleiðslan av streymi í Evropa gerst støðugt effektivari - við minni CO2-útláti sum úrsliti.

Tað vísa ”Power Statistics 2010” hjá Eurolectric.

Hagtølini vísa, at evropeisku orkufeløgini í dag brúka eina breiða viftu av tøknum til framleiðslu av streymi og gera munandi íløgur í varandi orku.

Parturin av varandi orku var 60 ferðir størri í 2008 í mun til 1980, og hetta rákið sær út til at halda fram við øktari ferð fram ímóti 2030.

Brúk fyri tryggum íløgukørmum

- Hagtølini vátta, at orkufeløgini eru í fullari gongd við umleggingini til varandi orku. Sjálvsagt eru munir millum økini, men rákið er greitt, sigur Ulrich Bang, ES-stjóri í Dansk Energi, sambært danskenergi.dk.

Men brúk er framvegis fyri at skapa tryggar karmar fyri íløgum, sigur ES-stjórin:

- Politiskur ótryggleiki og ’stop-go-politikkur’ er eitur fyri íløgurnar í varandi orku og orkueffektivitetin. Her hava evropeisku londini framvegis eina stóra avbjóðing, sigur Ulrich Bang.

Hagtølini hjá Eurelectric vísa, at eftirspurningurin eftir ravmagni er vaksin 70 % frá 1980 til 2008. Taltilfarið vísir, at framleiðslan av streymi gerst støðugt effektivari. CO2-útlátið frá framleiðsluni av streymi hevur verið fallandi. Fallið hevur verið 33 % millum 1980 og 2008.

 

Ein framrokning vísir, at CO2-útlátið verður skert við meiri enn eini helvt í 2030.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking