Tað vóru byrjanartrupulleikar við nýggju battarískipanini á Sundi, sum vóru orsøk til streymslitið í meginøkinum fríggjadag seinnapart.
Nógvur vindur var inni á elnetinum, og tá vindurin knappliga minkaði, megnaði battarískipanin ikki at lofta øllum í senn.
"Vit skulu arbeiða við at fínstilla innstillingarnar", sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið hjá Sev. "Tað er sjálvandi óheppið, men vit hava alla tíðina vitað, at neyðugt er at læra skipanina at kenna".
Streymurin fór kl. 15.52 og kl. 17.30 høvdu øll fingið streymin aftur.