Streymslit í Keypmannahavn og Suðursvøríki

25.000 íbúðir í Danmark og Suðursvøríki mistu streymin í morgun.

Í illveðrinum í Danmark í morgun vórðu ferðsluvegamót sum Nørreport Statión og Ráðhúsplássið í Keypmannahavn rakt av streymsliti.

Í Roskilde, Lyngby, Hellerup, Virum og Amager duttu trø niður á linjur, og tilsamans vóru 2.500 húsarhald har uttan streym, upplýsir Dong Energy fyri Ritzau.

Samstundis upplýsir elfelagið SEAS-NVE fyri folketidende.dk, at umleið 1.300 husarhald á Lolland-Falster lógu í streymloysi.

Sum skilst er streymurin nógvastaðni ikki komin aftur enn (kl. 8.30 f.tíð), men roknað verður við, at alt er komið í rættlag aftur fyrrapartin.

Umvælingararbeiðið í gongd

Fólk frá elfeløgunum hava verið úti alla náttina og fyrst og fremst roynt at tryggjað niðurdotnu leidningarnar, so ongin skuldi fáa stoyt.

Eltel er í gongd við at fáa streymin aftur í gøtunum í Keypmannahavn. Fleiri støð í býnum hava verið rakt av, at gøtuljósið slóknaði.

Orsøkin til streymslitið eru bæði niðurdottin trø og partar av byggipallum, ið eru blástir burtur og hava tikið leidningar við sær.

Í Suðursvøríki hevði illveðrið við sær, at meira enn 20.000 húsarhald lógu uttan streym í morgun. Samstundis er brek á einum stórum kaðali í Svøríki, og hetta hevur havt við sær óstøðuga streymveiting m.a. í Keypmannahavnarøkinum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking