Streymnýtslan í Norra hægri enn framleiðslan

Hetta ger Norra til ein nettoinnflytara av el-orku.

Tað er fyrst og fremst tungídnaðurin, ið dregur samlaðu elnýtsluna í Norra upp. Hetta verður tulkað sum, at virksemið aftur er farið at økjast, eftir at hava verið hart rakt av fíggjarligu kreppuni.

Sammett við august í fjør, vaks streymnýtslan 17 prosent í august í ár, skrivar NTB-tíðindastovan sambært Teknisk Ukeblad.

Hjá húsarhaldum og tí partinum av vinnulívinum, ið ikki kemur undir tungídnað, er nýtslan mestsum óbroytt

Higartil í ár hevur samlaða samlaða nýtslan í hesum bólkinum tó verið 7 prosent hægri enn somu tíð í fjør.

Hetta kemst helst av kalda vetrinum, ið hevði við sær metstóra nýtslu sammett við seinastu tíggju árini - uppá meira enn 13.000 gigawatt-tímar bara í februar.

Mest innflutningur

Hægri nýtsla og lægri framleiðsla ger, at Norra samanlagt innflytir meiraorku enn landið útflytir. Higartil í ár eru framleiddir 77,2 terrawatt-tímar, 7 prosent minni enn í somu tíð í fjør.

Í august vórðu útfluttir 627 gigawatt-tímar, meðan 926 gigawatt-tímar vórðu innfluttir. Hetta gav ein nettoinnflutning uppá 299 gigawatt-tímar.

Norra hevur havt nettoinnflutning í øllum mánaðunum uttan í juli í 2010.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking