SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Streymmet í Norra í 2010

Streymmet í Norra í 2010

Í 2010 varð met sett í nýtsluni av streymi í Norra hóast høgu orkuprísirnar.

Samlaða streymnýtslan í Norra í 2010 var 130 miljardir kilowatt-tímar. Av hesum vóru 7,5 miljardir kilowatt-tímar innfluttir.

Tað skrivar Dagens Næringsliv.

- Fyribils uppgerð okkara vísir eina nýtslu uppá 130 TWh – ella 130 miljardir kilowatt-tímar. Hetta er met, sigur Tor Inge Akselsen, kunningarstjóri í Statnett.

Fleiri streymmet vórðu sett í fjør.

- Í fyrsta lagi setti nýtslan í februar met. Orkuframleiðslan í Norra var hinvegin sera lítil í summar. Hetta hevði við sær, at ein óvanliga stórur partur av norsku nýtsluni varð nøktaður við innflutningi, sigur Tor Inge Akselsen.

Kuldi og vatntrot

Í 2008 var streymnýtslan í Norra 128,6 TWh. Men tá var orkuframleiðslan høg og Norra útflutti umleið 14 TWh til útlandið.

Streymprísirnir í Norra eru farnir upp í loft, orsakað av kulda og vatntroti. Fleiri staðir í landinum hevur prísurin ligið um eina krónu fyri kilowatt-timan áðrenn avgjøld, skrivar NTB-tíðindastovan.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking