Stórur vøkstur í frálandavindorkuni í Evropa

11 sjóvindmylluparkir verða í løtuni settar upp ymsastaðni í Evropa.

Vøksturin í frálandavindorkuni í Evropa helt fram fyrra hálvár í ár.

Tað skrivar European Wind Energy Association, EWEA, í einum tíðindaskrivi sambært Ritzau Finans.

Fyrra hálvár vórðu 101 nýggjar sjóvindmyllur settar upp í Onglandi, Týsklandi og Norra við einum samlaðum mátti upp á 348 MW. Hetta er ein vøkstur upp á 4,5 pst. samanborið við fyrra hálvár í 2010. Meðal myllustøddin vaks úr 2,9 MW til 3,4 MW.

Fíggjarkreppan ávirkar framvegis

- Hóast vit síggja eina jaliga gongd í frálandaídnaðinum, eru vit langt frá nøgd enn. Vinnan er á veg úr fíggjarkreppuni, men hevur framvegis stórar trupulleikar at dragast við, tá tað kemur til at finna íleggjarar. Talið á bankum, ið veita kapital til frálandaorku, hækkar, men stórur tørvur er framvegis á íleggjarum í ídnaðinum, skrivar stjórin í EWEA, Christian Kjær, í eini viðmerking.

11 sjóvindmylluparkir verða settar upp ymsastaðni í Evropa í løtuni. Tær hava ein samlaðan mátt upp á 2844 MW og eitt virði upp á 8,5 mia. evrur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking