Hjá Sev hava vit javnan vitjan av føroyingum og útlendingum, sum fegin vilja hoyra um grønu kósina, men týsdagin vóru óvanliga nógvir gestir.
Á morgni vitjaði svenski ES-ráðharrin Jessika Raswall í Húsahaga saman við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum. Tey vóru sera áhugað í tiltøkunum, sum sett eru í verk fyri at náa málinum um 100% burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030.
Við á fundinum var eisini Martin Edlund, stjóri í Minesto, sum greiddi frá spennandi verkætlanini við sjóvarfalsorku.
Norðurlandaráðið
Seinnapartin fingu vit vitjan av gott og væl 160 fólkum, sum vóru í Føroyum í sambandi við tema ráðstevnuna hjá Norðurlandaráðnum. Tey blivu víst runt á battarístøðini á Sundi og fingu frágreiðing um hvussu skipanin virkar, og hví tað er neyðugt við stabiliserandi tøkni fyri at fáa meira gagn av vindorkuni.