Stórur niðurtúrur hjá bretskum havmyllum í væntu

Ætlanin er at seta 93 pst. færri havmyllur upp í Bretlandi í 2013 í mun til 2012.

Bíleggingarnar av havvindmyllum í Bretlandi fara at fækka ógvusliga næstu árini.

Greinarar rokna við eini afturgongd uppá 93 pst. í uppsetingini av nýggjum frálanda vindmylluparkum í 2013 samanborið við árið fyri, skrivar dagblaðið The Guardian.

Vindmyllufeløgini stúra fyri, at ein niðurskurður í bíleggingunum fer at standa við í fleiri ár, og at tað fer at kosta hópin av arbeiðsplássum.

Elvir til stórar trupulleikar

Mett verður, at ein stígur í nýuppsetingini fer at elva til trupulleikar í allari veitingarketuni, og at hetta fer at gera tað trupult hjá framleiðarunum at gera íløgur í nýggj vindorkuverk í Bretlandi.

Bretland yvirtók nýliga leiklutin hjá Danmark sum heimsins størsti offshore vindmylluparkaaktørur, við eini trífalding av kapasitetinum næstu tvey árini.

Men nýggju verkætlanirnar minka niður í nærum ongar í 2013. Ætlanin er bert at seta upp nýggjan kapasitet á 90 megawatt (MW) samanborið við 1368 MW í 2012.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking