Stórur áhugi fyri SEV á ravmagnsstevnu í Amsterdam

Stórur áhugi fyri SEV á ravmagnsstevnu í Amsterdam
Grøna kósin hjá SEV og nýggjastu frambrotini og nýskapanirnar hjá elfelagnum hava vakt ans á stórari ravmagnsstevnu í Amsterdam

Grøna kósin hjá SEV og gongdin fram ímóti 100 prosent grønari elorku í Føroyum í 2030, hava vakt áhuga á stórari ravmagnsstevnu í Amsterdam, har Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri tøkni, hevur umboðað SEV.
Talan er um árligu stevnuna, European Utility Week, har alt tað nýggjasta innan streymveiting verður sýnt fram og viðgjørt, og har SEV m.a. hevur sýnt ein film um byggingina av Húsahaga og menningina innan føroysku vindorkuna. Eisini hevur SEV víst ein film um Føroyar á ravmagnsstevnuni, sum Visit Faroe Islands hevur gjørt.
SEV hevur verið til staðar á básinum hjá franska felagnum Schneider Electric á European Utility Week. Franska felagið mennir eina nýggja, sjálvvirkandi stýrisskipan til føroyska elkervið, sum er nýbrot innan streymveiting. Skipanin skal á munagóðan hátt stýra elframleiðsluni og eygleiða elnetið, og hon skal sum heild tryggja eina so skilagóða samskipan millum framleiðsluna og elnetið sum gjørligt.
Skipanin skal m.a. við upplýsingum frá veðurforsagnum og fjaravlisnu elmálarunum, sum SEV er í holt við at seta upp hjá øllum kundum, stýra elframleiðsluni og streymveitingini á grønu leiðini. Stýrisskipanin skal áhaldandi siga frá, hvussu skilabesta elframleiðslan og støðuga streymveitingin fáast burtur úr serstakliga varandi orkukeldunum.
Grøna kósin hjá SEV og føroyska vindorkan hava stóran áhuga uttanlands, og SEV og Føroyar verða mett sum eitt væl hóskandi royndarøki innan grøna orku.
Stýrisskipanin frá Schneider, vindmyllurnar frá Enercon í Húsahaga, nýggja battarískipanin, sum franska felagið SAFT mennir saman við Enercon til at javna vindin út á føroyska elnetið, umframt Power Hub frá Dong Energy eru alt áhugaverd framstig og frambrot innan grøna elorku, sum veitarar, áhugafelagsskapir og fíggingarstovnar uttanlands hava stóran áhuga fyri.
Harumframt ætlar SEV saman við týsku fyritøkuni Voith at fara undir royndir at vinna elorku burtur úr sjóvarfallinum. SEV samstarvar eisini við týsku fyritøkuna, SGB, um transformarar til føroyska elkervið, og føroyska elfelagið hevur eisini samstarv við svensku-sveisisku fyritøkuna, ABB, um aðra háspenningsútgerð.
Tað áhugaverda er, at eitt fjarskotið og avbyrgt oyggjasamfelag, ið ongan kaðal hevur til annað stórt elnet, megnar at leiða so nógvan vind og grøna orku út á netið. Sostatt er tað m.a. nøgdin av myllum í einum lítlum avbyrgdum oyggjasamfelag og sonevndu “smartgrid-skipanirnar” sum Power Hub, nýggja stýrisskipanin og nýggja battarískipanin í Húsahaga, ið hava áhuga hjá útlendingum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking